Maibritt og Niels Áki best

Maibritt og Niels Áki best
Maibritt Reynheim Petersen vann FM í olympiskari vektlyfting hjá kvinnum, meðan Niels Áki Mørk endurvann meistaraheitið í harðari kapping við Leif á Bøgarði
27.02.2023 - 18:33

Stórfavoritturin, Maibritt Reynheim Petersen, livdi upp til heitið, og vann sannførandi í Finsen, tá føroyameistarin frá í fjør, Anna Kristina Norðberg Niclasen, ikki stillaði upp.

Við 75 í trekk og 95 í vend og stoyt, endaði Maibritt Reynheim Petersen langt fremst hjá kvinnunum. 

Hjá monnum var gróthørð kapping var millum Niels Áka Mørk og Leif á Bøgarði.

Endin var, at Niels Áki Mørk endurvann FM-heitið við 306,94 sinclair-stigum ímóti teimum 304,3 hjá Leif á Bøgarði.


Kvinnur (stig eftir sinclair-stiganum):

1. Maibritt Reynheim Petersen, 210,23
2. Jenny Persson, 188,94
3. Asta Egilstoft Nielsen, 168,46

Menn (stig eftir sinclair-stiganum):

1. Niels Áki Mørk, 306,94 
2. Leif á Bøgarði, 304,3
3. Sofus Bech, 288,39

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946