Gaggur: Tróndur fílar knubbarnar

Gaggur: Tróndur fílar knubbarnar
Miðvallarin, Tróndur Jensen, hevur slitið krossbandið tvær ferðir og heldur, at samband er millum skaðarnar, gaggurnar og undirlagið. Tí liggur ein fíl altíð í ítróttataskuni
28.02.2023 - 10:48

Tróndur Jensen spælir í FG-gaggum til grasundirlag, men ikki uttan tillagingar. Hann fílar nevniliga knubbarnar styttri.

 - Tað er fyri ikki at standa ov fastur, og tað er nokk søgan hjá mær við knæskaðum, sum ger, at eg vil sleppa undan tí, sigur hann.

HB-miðvallarin hevur slitið krossbandið tvær ferðir - seinast í fyrsta dystinum í farna kappingarárið ímóti AB á gamla vøllinum á Argjum, tá hann fór á vøllin í nýggjum FG-gaggum.

 - Eg minnist, at eg hugsaði, at hann er turrur og slitin, og so fara tankarnir í gongd. Tað vísti seg so, at knæið fór seinni í dystinum. Um vøllurin var orsøkin ella ikki, veit eg ikki, men aftaná hugsar tú: "Hví hevði eg ikki at annað par við?".


Hugsar nógv um gaggurnar og undirlagið

Tróndur Jensen er nú nærum klárur at fara á vøllin aftur, og tekur lut í venjingini hjá besta HB-liðnum. Nú hugsar hann nógv um, hvørjum gaggum hann sparkar í.

 - Tað skal so ikki verða tað, sum ger, at knæið fer eina ferð afturat, staðfestir hann. Eftir eitt langt fótbóltslív og sum fyrrverandi starvsfólk í ítróttahandli, veit hann, at tað kann vera trupult at fáa fatur á AG-gaggum, sum eru gjørdar til graslíki.

 - Tú mást í gongd við at bíleggja, um tú vilt hava AG, og tað er ikki líka lætt. Eg havi so vælt, at minka teir knubbarnir, sum eg havi spælt við, og tað hevur so riggað væl, men tá mást tú laga til vøllirnar eisini, sigur Tróndur Jensen.

 - Men tú kanst bara taka av knubbunum eina ferð, so mann má kanska hava gaggur til teir ymsu vøllirnar. Taå hugsi eg, er eitt gott hugskot, sigur miðvallarin, sum heldur, at eitt betri úrval í handlunum hevði komið væl við.


Samband millum gaggur, undirlag og skaðar

Spælskiparin hjá HB heldur, at samband kann vera ímillum slag av gaggum og skaðar, men onnur viðurskiftið td. undirlag og venjingarstøða eisini kunnu vera atvoldin.

 - Eg haldi, at tað er nokkso týðiligt, at um tú hevur stórar knubbar, og tað er turt, so kann tað gott rykkja í, hóast tú ikki verður skaddur. Um tað er frágreiðingin til akkurát teir skaðarnar, sum eg havi havt, veit eg ikki, og tað tími eg ikki at hugsa um, men eg rokni við tí. Tað er í hvussu er logikkurin hjá mær, sigur Tróndur Jensen.


Tróndur Jensen hevur havt tveir krossbandsskaðar, og tí fílar hann knubbarnar á sínum FG-gaggum styttri






 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV