Pápi spyr: Sparka fótbóltsspælarar í skeivum skóm?

Pápi spyr: Sparka fótbóltsspælarar í skeivum skóm?
Spæla vit fótbólt í skeivum gaggum? Tann spurningin hevur Samson Nesá spurt, eftir at dóttirin sleit krossbandið undir fótbóltsvenjing í mars í fjør
27.02.2023 - 18:27

Eftir at dóttirin, Martha, sleit krossbandið undir fótbóltsvenjing í mars í fjør, hevur Samson Nesá spurt, um føroyskir fótbóltsspælarar sparka í skeivum slagi av gaggum.

Føroysku ítróttarhandlarnir bjóða og selja mest gaggur við sonevndum FG-knubbum (firm ground), sum eru gjørdar til at spæla á grasi. AG-gaggur (artificial gras), sum er gjørdar til graslíki, eru munandi verri at fáa fatur á hjá føroyska kundanum. Afturat hesum bjóða handlarnir eisini einstøk onnur sløg sum FG/AG, FG/MG og MG (multi ground), sum sambært onkrum vegleiðingum kunnu brúkast bæði á grasi og graslíki.

Samson Nesá heldur tað vera undranarvert, at føroysku handlarnir hava lutfalsliga so stórt úrval av FG-gaggum, tá tað mestsum bara verður spælt á graslíki í Føroyum.

 - So fer mann inn á síðurnar hjá hesum ymsu, sum selja gaggurnar. Teir hava nakað, sum eitur AG-gaggur til graslíki, og FG-gaggur til turran grasvøll. Tá eg fari runt í handlarnar í Føroyum at hyggja at hesum, vísir tað seg, at kanska 80-90 prosent av gaggunum vit selja í Føroyum eru FG, sigur Samson Nesá.

 - Vit hava bara ein grasvøll í Føroyum, og hann er í Hvalba. Restin er graslíki. So vit selja gaggur til grasvøll og næstan ikki til graslíki, og tað ljóðar heilt løgið í mínari verð.

Samson Nesá sigur seg vilja varpa ljós á, at tað finnast fleiri sløg av gaggum, og at tað hevur týdning at fótbóltsspælarar og foreldur eru varug við hetta.


 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV