Djóravernd: 12 ár á bíðilista

Djóravernd: 12 ár á bíðilista
Djóraverndarfelagið hevur í 12 ár arbeitt fyri at fáa eina trøð í Tórshavnar kommunu, men politiski viljin hevur ikki verið til staðar
17.02.2023 - 13:40

Í 2011 fekk Djóraverndarfelagið lovað eitt grundstykki til eitt djóraherberg frá Tórshavnar kommunu.

Men nú sløk 12 ár seinni er enn onki hent. 

Í 2017 royndi Djóraverndarfelagið enn einaferð at venda sær til Tórshavnar kommunu, men ikki fyrr enn í 2019 fekk felagið svar.

Kommunan hevði nú funnið eitt grundstykki, sum tey metti vera hóskandi til endamálið.

Talan var um eina trøð inni í Víka í Havn, og viðkomandi, sum leigaði trøðna, var nevndarlimur í Djóraverndarfelagnum.

Men hóast fyrisitingin í Tórshavnar kommunu metti trøðna vera væl egnaða, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevði lovað, at felagið skuldi fáa eitt grundstykki til djóraherberg, so var felagið enn einaferð uppringt, og boðini vóru alt annað enn góð. 

Sambært Djóraverndarfelagnum, so er tað alneyðugt, at djóraherbergið verður staðsett í Havn.

Kringvarpið hevur síðani mánadagin roynt at fingið fatur í Heðini Mortensen, borgarstjóra, og Tróndi Sigurdsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu.

Tað hevur ikki eyðnast at fáa viðmerking frá Heðini Mortensen, og Tróndur Sigurdsson sigur í stuttari viðmerking, at mann politiskt ynskir eitt djóraherberg, men at tað ikki letur seg gera at brúka trøðna inni í Víka til endamálið. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050