Eingin drigin til svars fyri oljudálking

Eingin drigin til svars fyri oljudálking
Í fimm ár hevur Árni Vilhelm bíðað eftir svarinum, hvør eigur ábyrgdina av at 1800 litrar av flúgvarabensini dálkaðu hansara trøð í Froðba
12.01.2023 - 18:28

Hvørki Effo ella Landsverk vilja taka ábyrgdina av, at 1800 litrar av flúgvarabensini fóru í hagan og í eina á við tyrlupallin í Froðba, og nú skal Føroya rættur taka støðu til, hvør er sekur í hesi oljudálking ella um nakar er sekur yvirhøvur.

Sambært ákæruvaldinum eru Effo og Landsverk sek í, at 1800 litrar av flúgvarabensini fóru út í lendið við tyrlupallin í Froðba náttina millum 22. og 23 januar 2018, tá Effo bunkraði til Landsverk, sum umsitur tyrlupallarnar. 

Ákæruvaldið krevur at sekt skal rindast fyri brot á umhvørvisverndarlógin.

Landsverk og Effo nokta seg sek og krevja frídøming í málinum.

Landsverk og Effo hava ongar viðmerkingar til málið fyrr enn dómur er sagdur.

Dómur fellur í Føroya rætti um eina viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962