
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú fara tey at lyfta uppaftur tyngri.
Tað eru tey bæði, Niels Áki Mørk og Maibrit Reynheim Petersen, sannførd um, nú tey hava fingið úrvalsstuðul frá Ítróttarsambandi Føroya á fyrsta sinni.
- Eg varð øgiliga, øgiliga glað. Vit royndu at søkja, men eg hevði ikki væntað, at vit fingu stuðul, sigur Maibrit Reynheim Petersen, sum hevur fingið 40.000 krónur.
Niels Áki Mørk fær 75.000 krónur frá Úrvali, og hann ivast ikki í, at hetta fer at lata nýggjar hurðar upp fyri tey bæði, sum bæði eru lesandi.
- Um eg ikki hevði fingið stuðul, so veit eg ikki, um eg hevði kunna farið til allar kappingarnar. Nú varð tað so játtað, og eg kann fara til kappingar í Spania, Turkalandi, Finnlandi og Íslandi, sigur Niels Áki Mørk.
- So kann eg eisini fáa fysioterapi og annað, sum eg ikki kundi frammanundan, hóast eg spardi pening saman, sigur vektlyftarin, sum longu telist millum teir bestu í norðurlondum í sínum aldurs- og vektbólki.
Maibritt Reynheim Petersen ivast ikki í, at betraðu umstøðurnar fara at síggjast aftur á úrslitunum.
- Eg vænti heilt vist, at eg fari at fáa nøkur ordiliga góð úrslit í 2023 við hesari hjálpini, sum eg havi fingið nú, sigur hon.