Rennur sum ongantíð fyrr

Rennur sum ongantíð fyrr
58 ára gamli Henry Olsen telist millum royndastu rennarar í Føroyum. Í ár hevur veteranurin úr Bragdinum verið sera væl fyri, og tað prógvaði hann aftur í Vágum leygardagin
05.09.2022 - 20:32

Ein av teimum smátt 600 rennarunum, sum er við í Føroya vakrasta hálvmaraton, er 58 ára gamli Henry Olsen úr Bragdinum, sum er sera væl fyri í ár.

Hóast hann er munandi eldri enn fleiri av kappingarneytunum, hevur hann støðugt staðið á heiðursmerkjaskamlinum hetta kappingarárið. 

 - Eg havi runnið rættiliga stabilt seinastu mánaðirnar, sigur Henry Olsen.

 - Eg havi eina hælsinu, sum plagar at drilla eitt sindur, men nú er tað vekk, so tað er bæði stuttligt og spennandi at renna, greiðir hann frá.

Henry Olsen og vágamaðurin Hanus í Horni kappast um annað plássið aftanfyri Rógva Kárason hendan dagin.

Hanus í Horni er fremri fyrstu løtuna, men Henry Olsen treiskast og vinnur kapprenningina um silvurið teirra millum.

 - Hetta var ein deiligur túrur, men tað var nokkso nógvur vindur, so eg rann eitt sindur seinni, enn eg hevði ætlað, sigur Henry Olsen, sum kortini var væl nøgdur við tíð sína.

Skal renna maraton í Berlin

Teinurin leygardagin er liður í venjing til Berlin Maraton, sum fleiri tilkomnir rennarar úr Bragdinum skulu renna 25. september, millum annað Henry Olsen og vinmaðurin Súni Jacobsen.

 - Tú skalt ansa eftir, tá tú rennur hendan teinin, tí tað eru brekkur, og tú rennur skjótt omaneftir, og tá er skjótt at fáa skaða. Tú heldur eitt sindur aftur, greiðir Henry Olsen frá.

Síðstu tíðina hava teir vant millum fimm og sjey dagar um vikuna, og lagt upp ímóti 100 kilometrar afturum seg hvørja viku. Nú gleða teir seg at fylgjast til Berlin til stóru maratonrenningina í týska høvuðsstaðnum.

 - Tað hevur alt at siga. Mær hevur altíð dámt væl at ferðast, og tað hevur Henry eisini. So kunnu vit gera okkurt, sum okkum báðum dámar væl, vit kunnu njóta ein góðan búff omaná renningina, sigur Súni Jacobsen.


Vinmenninir, Henry Olsen og Súni Jacobsen, eftir lokið hálvmaraton leygardagin í Vágum
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982