VIDEO: Her kemur Akraberg á Fuglafjørð

VIDEO: Her kemur Akraberg á Fuglafjørð
Stór móttøka var í Fuglafirði, tá nýggi Akraberg kom til býin
19.08.2022 - 13:46

Í gjár kom nýggi Akraberg á Fuglafjørð, har skipað varð fyri stórari móttøku. 

Akraberg er fyrsti nýbygningur, sum er skrásettur í Fuglafirði síðani 1977

Skipið varð annars handað Framherja 1. juli, og tann 5. juli legði Akraberg frá landi í Brattvåg, nærhendis Ålesund í Noregi, har trolarin er bygdur.  

Men heldur enn at sigla til Føroya, so fór Akraberg beint av skipasmiðjuni á fiskileið og hevur verið ein mánað í Barentshavinum.

 

Fimm fiskiloyvi

Akraberg, sum er 84 metrar langur og 17 metrar breiður, og tekur 1000 tons, hevur fimm fiskiloyvi í norskum sjógvi, í russiskum sjógvi og í verndarøkinum við Svalbard.

Hann kann fiska hýsu, upsa, tosk og annan fisk.

Millum annað eigur trolarin botnfiskakvotu í russiskum sjógvi, sum reiðaríið keypti í 2018.

 

Fyrsti nýbygningur hjá Framherja

Akraberg er verksmiðjutrolari, og er fyrsta skipið, ið Framherji hevur latið bygt.

Nýggi Akraberg kostaði áleið 375 milliónir krónur at byggja. 

Eftir ætlan skal trolarin royna eftir rækjum í apríl og mai, og hinar mánaðirnar verður fiskað eftir botnfiski, eitt nú toski, hýsu og upsa.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221