Klandur ørkymlar skúlastýrið

Klandur ørkymlar skúlastýrið
Stríðið í Vestmanna Skúla harðnar. Í dag varð varaskúlastjórin uppsøgd.
16.08.2022 - 19:16

Varaskúlastjórin, Fríðgerð Ovadóttir, fekk ætlanarskrivið í gjár, og hon er biðin um ikki at møta til arbeiðis, teir 14 dagarnar hon hevur til at svara uppsagnarskrivinum. Hon vil einki siga um ætlanarskrivið - og Alis Højsted, skúlastjóri, hevur heldur onga viðmerking.

Tá søkt varð eftir skúlastjóra til Vestmanna Skúla í fjørsummar, varð Alis Højsted ikki innstillað nummar eitt. Tá Mentamálaráðið kortini valdi at seta hana í starvið, skrivaði Skúlastýrið í Vestmanna til Mentamálaráðið, at "vit fara ikki at halda tað loyniligt, at setti stjórin ikki er tann, vit høvdu ynskt okkum."

21. juni í ár kærdu 18 lærarar í Vestmanna Skúla skúlastjóran til Mentamálaráðið. Tað málið er enn ikki avgreitt.

Í eini frágreiðing um viðurskiftini í skúlanum, dagfest 1.august, sigur Undirvísingarstýrið, at orsøk til "útbreidda ampa lærarinna tykist byrja við eyðsæddu ósemjuni millum skúlastjóra og varaskúlastjóra." Ein ósemja, sum endaði við at skúlastjórin fór undir tilgongd at geva varaskúlastjóranum ávaring fyri tænastubrot. Undirvísingarstýrið sigur í frágreiðingini til Mentamálaráðið, at skúlastjórin eigur at fáa høvi at halda fram og fara undir eina menningartilgongd á skúlanum.

Í innslagnum tosa vit við Jonu Seloy, forkvinnu í skúlastýrinum í Vestmanna.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109