- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hugtakandi veggjamálningur av Ólavi Riddararós klárur at lita ólavsøkuna
Hon skonkti honum í drykkjuhorn, har fór í tað eiturkorn.
(23. ørindi í Ólavi Riddararós)
Havnin er vorðin eitt sindur litríkari, nú fólk úr øllum landinum koma til høvuðsstaðin av hátíðarhalda ólavsøkuna.
Fjøllistamaðurin, Heiðrikur á Heygum, hevur málað eitt ørindi úr kvæðinum um Ólav Riddarrós á ein húsvegg á studentagarðinum Finsen í Havn.
Finsen, ið er gamli Kommunuskúlin, verður í ár aftur karmur um ein part av tivolinum á ólavsøku, tí hoppiborgirnar hjá Tórshavnar ítróttarráði fara at standa í garðinum.
Barnafamiljur og onnur, ið fara framvið í Finsensgarði, kunnu tískil gleða seg til at njóta vakra veggjamálningin, sum Heiðrikur á Heygum júst hevur málað.
"Hetta er útilist og er tískil ikki nakað, ið skal inn á ein listaskála at hanga. Tí veit mann, at tað er nakað, ið ferst yvir tíð. Tað ger, at mann verður ikki keddur, um onkur sproytar graffiti út yvir listaverkið, ella at tað verður veðurbart við tíðini. Tað er ein partur av útilistini," hugleiðir Heiðrik á Heygum.
Sí videobrotið ovast í greinini, har Alisa Stephansdóttir Myllhamar Mølvig, starvsnæmingur, prátar við Heiðrik á Heygum um nýggja listaverkið í miðbýnum í Havn.