Øll kunnu íðka Jiu Jitsu

Øll kunnu íðka Jiu Jitsu
Jiu Jitsu var við á Føroyaleikum fyri fyrstu ferð, og bæði íðkarar og venjarar vóru glaðir fyri møguleikan at kappast
04.07.2022 - 19:00

Jiu Jitsu var við á Føroyaleikum fyri fyrstu ferð, og bæði venjarar og íðkarar úr teimum báðum feløgunum í Føroyum vóru glaðir fyri møguleikan at kappast. 

 - Hetta hevur stóran týdning, og er ein máti at legitimisera ítróttin. Vit hava roynt at tosa við ÍSF leingi, og nú ber tað frukt sigur Jógvan Róin, venjari.

Hervør Ólafsdóttir Lützen, sum hevur vant Jiu Jitsu í fýra ár, kappaðist fyri allarfyrstu ferð. Hon gjørdi ikki mætari enn at vinna kappingina hjá kvinnum.

 - Tað er upp á tíðina at eg kappist, og tað er fantastiskt at sleppa at royna seg, sigur hon.

Einki Judo var á Føroyaleikunum hesa ferð, og tí kappaðist Tóki Brandsson í Jiu Jitsu í staðin. Hann vann ikki óvæntað í tungvekt við monnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946