Leikalind skrivaði søgu

Leikalind skrivaði søgu
5-mannafarið við kvinnum, Leikalind, skrivaði søgu á sundalagsstevnu, tá tær tóku øll á bóli við at vinna kappróðrarfelagnum, Tindi, fyrsta sigurin nakrantíð
20.06.2022 - 18:30

5-mannafarið við kvinnum Leikalind, tók øll á bóli við at vinna á sundalagsstevnu og tryggja bert fimm ára gamla kappróðrarfelagnum í Eysturkommunu, sítt fyrsta gullheiðursmerki.

 - Tað er so gott. Eg haldi ikki, at nakar hevði roknað við tí, sigur Vár Tollaksdóttir á Leikalind.

Tað var í harðari kapping við Tjaldri, at róðurin í Hvalvík varð vunnin, og tá ið avtornaði var bert ein stórur skutur av muni. Sigurin hevur givið manningini blóð upp á tonnina.

 - Eg haldi, at vit nú kunnu satsa upp á at gerast nummar eitt. Tað hava vit prógvað í dag, og vit fara at arbeiða hart víðari, sigur Vár Tollaksdóttir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
Góðan morgun Føroyar
190533
Hósdag 10. apríl
Brot úr Føroya søgu
190532
Hósdag 10. apríl
Morgunlestur hósdagur 10.apríl 2025
190386
Mikudag 9. apríl
Mono - Passions Just Like Mine (4:5)
190509
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450