Gentur í dreingjaróðri

Gentur í dreingjaróðri
Á 5-mannafarinum, Ternuni, sum rør við dreingjum 14-16 ár, sita fimm gentur við árarnar - og bara ein drongur
20.06.2022 - 18:29

Fimm gentur og ein drongur manna 5-mannafarið, Ternuna, úr NSÍ. 

Tað merkir, at tey kappast í dreingjaróðrinum.

Eingin trupulleiki, sigur manning og formaður í NSÍ. 

 - Vit vóru fyrst ein gentumanning, men tað gekk ikki, so vit fingu ein drong upp í, og so rógva vit jú við dreingjunum, sigur Selma Svalbard á Ternuni.

 - Í hesum førinum er talan um tvær manningar, sum hava vant hvør sær. So eru fólk dottin burturav, og so hevur mann valt at siga: 'ok, tað blivu fimm gentur eftir og ein drongur, og so royna vit tað.'

 - Og eg haldi, at tað er fínasta slag, sigur formaðurin í róðrarfelagnum, NSÍ, Bogi Olsen.

Hann leggur dent á, at tað ikki bert snýr seg um at vinna í kappróðri, og tí ger tað minni, um Ternan endar eitt sindur aftanfyri hinar bátarnar. 

Trivnaður og eitt gott umhvørvið hava minst líka stóran týdning, heldur formaðurin.

 - Tað er eitt sindur harðari, og um vit høvdu róð saman við gentunum, høvdu vit ikki endað aftast, sigur Selma Svalbard.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
Góðan morgun Føroyar
190533
Hósdag 10. apríl
Brot úr Føroya søgu
190532
Hósdag 10. apríl
Morgunlestur hósdagur 10.apríl 2025
190386
Mikudag 9. apríl
Mono - Passions Just Like Mine (4:5)
190509
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450