Ein heiður og ein ábyrgd

Ein heiður og ein ábyrgd
Føroyski báturin og hinir súðubygdu norðurlendsku bátarnir eru komnir á listan hjá UNESCO yvir siðaarv hjá mannaættini. Hetta varð hátíðarhildið á fyrsta FM-kappróðrinum í ár
30.05.2022 - 15:39

Í desember í fjør kom føroyski báturin saman við hinum súðubygdu bátunum úr Norðurlondum á UNESCO listan yvir siðaarv hjá mannaættini.

Hetta er ein heiður, men eisini ein ábyrgd, siga Kristina Djurhuus Christiansen, savsnvørður á Tjóðsavninum, og Annika Dalsgarð, forkvinna í Róðrarsambandi Føroyar, eftir hátíðarhald í norðoyastevnu.

 - Fyrst og fremst er hetta ein stór viðurkenning av tí norðurlendska súðubygda bátinum og tí føroyska bátinum, og tað setir krøv til okkum um at verja bátin og skapa góðar umstøður til at báturin kann liva eitt virkið lív í samfelagnum, sigur Kristina Djurhuus Christiansen.

Báturin er komin á listan eftir at ein arbeiðsbólkur við umboðum frá øllum Norðurlondunum hevur samstarvað um eina tilnevning, sum varð send til UNESCO í 2020.

Føroyski báturin er serliga sjónligur í kappróðrarútgávuni, sum av álvara merkir føroyska summarið.

 - Við tað, at báturin er komin á UNESCO-listan, verða vit í kappróðrinum ein mentanarberi, sigur Annika Dalsgarð.

- Tað eru vit, sum brúka bátin - vit brúka hann jú nógv - og tað er umráðandi fyri okkum í Róðrarsambandinum og feløgini, at vit gera okkum greitt, hvat tað vil siga. Og tað er, at brúka bátin, at ansa væl eftir honum, ikki at broyta hann og virða hann fyri tað, hann er.

UNESCO sáttmálin um verju av siðaarvi er frá 2003. Føroyar tóku undir við sáttmálanum í 2018, og tað er Tjóðsavnið, sum umsitur sáttmálan um verju av siðaarvi í Føroyum.


Kappróðurin er eitt dømi upp á livandi mentan í Føroyum, sigur savnsvørður
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095