Børnini skulu velja seinni burturúr

Børnini skulu velja seinni burturúr
Øll skulu við, sigur ÍSF, og mælir til, at børn íðka nógvar ítróttargreinar sum longst, áðrenn tey velja eina burturúr. Soleiðis tryggja vit bæði breidd og úrval, sigur ÍSF
23.05.2022 - 18:09

Um børn íðka fleiri ítróttargreinir longri, og velja burturúr seinni, kemur tað bæði breidd og úrvali til góðar, sigur Ítróttarsamband Føroya í samband við at nýggj strategi varð løgd fram á aðalfundinum um vikuskiftið. 

 - Tað, sum vit mæla til er, at børn eru ein partur av breiddini, og tá eru øll við. Um tannáringaaldur siga vit, at tú kanst velja greinar út eftir hugi og hegni, sigur Katrin á Neystabø, sum er ein av teimum, sum hevur skipað arbeiðið við nýggju menningarætlanini hjá ÍSF.

 - Vit halda, at børn skulu venja fleiri ítróttargreinar, og so mást tú verða opin fyri, at børn koma til so nógvar venjingar, sum til ber, men at tað eisini er pláss fyri at venja okkurt annað, sigur samskiparin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946