Nýggj høli hava givið nýggjar møguleikar

Nýggj høli hava givið nýggjar møguleikar
Í fjør flutti Tórshavn Boksing úr høllini á Hálsi og niðan á Hjalla. Tað kostar, men boksararnir kunnu nú venja so nógv, sum teimum lystir, og tað hevur menning við sær
02.05.2022 - 21:07

Í august í fjør flutti Tórshavn boksing í nýggj høli á Hjalla eftir nøkur ár í ítróttarhøllini á Hálsi.

Ta er dýrt fyri eitt lutfalsliga lítið felag, men stóri fyrimunurin samanborið við gomlu hølini á Hálsi er, at nú nýtist boksarunum ikki at skiftast um við aðrar ítróttargreinar, men kunnu venja mestsum nær sum helst.

Felagsvenjing er eini tríggjar ferðir um vikuna, men fleiri - millum annað Jonathan Malaikev - venja nærum hvønn dag.

Heldur ringhorn enn gøtuhorn

Tórshavn boksing er eisini farið undir nýtt sosialt tiltak, sum tey kalla ’heldur eitt ringhorn enn eitt gøtuhorn’. Tað gongur í stuttum út upp á, at ung við avbjóðingum kunnu finna felagsskap og samanhald í umhvørvinum rundan um boksifelagið.

Sambært Martini Meng, stovnara og venjari í boksifelagnum í høvuðsstaðnum, hevur undirtøkan higartil verið góð.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946