
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskir boksarar vandu hart um vikuskiftið.
Tríggir venjarar úr Danmark - Lars Gierringe, Stuart Watson og Morten Meng, vórðu komnir á vitjan, og stóðu á odda fyri venjingarlegu, har teir løgdu teimum føroysku nevaleikarunum lag á.
Tórshavn Boksing skipaði fyri venjingarleguni, sum er liður í fyrireikingunum til DM fyri byrjarar, sum verður næsta vikuskiftið.
Har skulu fýra boksarar úr Føroyum kappast. Teir eru Jonathan Fonsdal Malaikev, David Kunoy, Teitur Annand og Magni Vang.
Jonathan Fonsdal Malaikev, sum higartil hevur boksað seks dystir, sigur, at íblásturin frá útlendsku venjarunum kemur væl við.
- Vit hava havt ein boksiklubb í fimm ár, og nú er Klaksvík komið afturat. So vit hava boksað nógv ímóti teimum somu, so tá nýggir venjarar og boksarar koma á vitjan, lyftir tað okkum á eitt hægri stig, sigur boksarin úr Tórshavn Boksing.