Goymt stórverk hjá Thomas Arge tók tey á Listasavninum á bóli

Goymt stórverk hjá Thomas Arge tók tey á Listasavninum á bóli
Serframsýningin í Listasavninum rúmar fleiri stórverkum, sum hava verið lutfalsliga væl fjald fyri almenninginum. Eitt teirra er ein risastórur málningur eftir Thomas Arge
22.03.2022 - 13:00

Anna Maria Dam Ziska, listafrøðingur á Listasavni Føroya, hevði gott nokk hoyrt, at hon kundi vænta eina flotta sjón, tá hon kom á gátt á ellisheiminum Vesturvón í Miðvági.

Men sjónin, ið møtti henni, tók hana kortini á bóli.

 - Eg hugsaði, at hann var flottari, enn eg kundi ímynda mær.

Á vegginum hekk ein risastórur málningur eftir Thomas Arge.

Har hevur hann hingið í fleiri ár til gagns fyri búfólki, starvsfólki og vitjandi.

Men nú er hann fyribils fluttur til Listasavn Føroya til allan almenningin at síggja.

Landslagið í broyting

Ellisheimið hevur - eins og fleiri aðrir stovnar og privatpersónar - játta at lána út verk til eina serliga framsýning í Listasavni Føroya.

Felags fyri málningarnar er, at teir onkursvegna avmynda føroyska landslagið.

Men væntar tú einans at síggja klassisk motiv av føroyskum landsløgum í Listasavninum, so fert tú skeiv/ur.

Fleiri av málningum eru abstraktir og seta spurnartekin við, hvat eitt landslag í veruleikanum er.

Sí alla sendingina Lyst 52

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981