
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggir føroyskir boksarar fingu sín fyrsta dyst, tá Tórshavn Boksing var við í venjingarkapping í Danmark um vikuskiftið.
Jenný Jacksdóttir Petersen, Teitur Annand og Nóa Jacobsen taptu øll í fyrstu royndini, men royndirnar frá ringinum fara at koma teimum til góðar í kappingum næstu mánaðirnar.
- Tú kanst hugsa um feilirnar, tú gjørdi, og tað, sum gekk illa í ringinum, og so kanst tú fara heim og venja tað, sigur Jenný Jacksdóttir Petersen.
Allir tríggir boksararnir umframt David Kunoy, sum vann sín dyst, skulu í næstum kappast í sælendsku meistarakappingini.