
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
David Kunoy boksaði dyst fyri bert aðru ferð, tá hann saman við trimum øðrum føroyskum boksarum tók lut í venjingarkapping í Frederiksund um vikuskiftið.
Endin varð, at boksarin úr Tórshavn Boksing vann eftir eina sokallaða split decision, tvs. at meirilutin av dómarunum góvu honum sigurin upp á stig. Bæði David Kunoy og venjarin, Martin Meng Wojciechowski, eru væl nøgdir við kappingina.
- Eg eri øgiliga væl nøgdur. Eg var nokkso nervøsur um sjálvt úrslitið, men tað endaði væl, sigur David Kunoy.
- Eg kann ikki annað enn at vera nøgdur. Vit komu niður við tí í huga, at vit skuldu vinna dystin, og tað gjørdu vit, staðfesti Martin Meng Wojciechowski.
Í apríl er sælandska meistarakappingin á skránni, og teir báðir hava góðar vónir.
- Eg hopi at vinna, og eg fari ikki niður bert til stuttleikar, sigur ungi boksarin úr Tórshavn boksing.
- Hann er ein sterkur boksari, og eg havi góðar vónir til hansara, men hann er als ikki fullkomin, og enn er langt eftir á mál, men hann hevur heiðursmerkjakjans, sigur venjarin.