Peter og Rebekka skjótast

Peter og Rebekka skjótast
Peter Jensen og Rebekka Fuglø Poulsen vóru fyrst á mál, tá fimta vetrarkappingin varð runnin á nýggjum teini á Skála um vikuskiftið
21.02.2022 - 10:50

Peter Jensen og Rebekka Fuglø Poulsen vunnu fimta umfar av vetrarkappingini í renning, sum var á nýggjum teini á Skála um vikuskiftið.

Bjarki Johannessen, sum hevur verið í serflokki síðstu árini, var skaddur og tí ikki við, og spenningur var tí í opna bólkinum hjá monnum.

Ingi Johannessen úr Roysninum og Hallur Holm, Henry Olsen og Peter Jensen - allir úr Bragdinum - fylgdust stóran part av teininum.

Tá komi var Innan Glyvur, fór Peter Jensen frá hinum og vann við tíðini 43.14.4 frammanfyri Inga Johannesen og Hall Holm. Danin, sum ikki hevur vant stórvegis seinastu tríggjar mánaðirnar, ætlar sær nú til oyggjaleikirnar á Guernsey í 2023. 

Rebekka Fuglø Poulsen (Treysti) hevur drigist við skaða farna árið, men stillaði upp á Skála, har hon kappaðist við Maritu Andrasardóttir (Bragdið) og Mariu Biskopstø (Treysti).

Í mótbrekkunum á Skála fór Rebekka Fuglø Poulsen frá teimum báðum og vann við tíðini 50.05.06.

Samlaða støðan í vetrarkappingini, nú trý umfør eru eftir, er, at Henry Olsen er fremst, Ingi Johannesen er nummar tvey og Hallur Holm er nummar trý. Hjá kvinnunum er Maria Biskupstø fremst, Marita Andrasardóttir er á øðrum plássi og Vibeke Sivertsen á triðja plássi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946