Foreldramyndugleiki - eisini fyri sammøður

Foreldramyndugleiki - eisini fyri sammøður
Foreldramyndugleikalógin er nú loksins á veg í løgtingið. Lógaruppskotið verður broytt, soleiðis at tað eisini fevnir um sammøður, sigur Sólvit Nolsø, landsstýrismaður
09.02.2022 - 09:28

Heilt afturi í fjør summar fór uppskot til foreldramyndugleikalóg til hoyringar. Í stuttum skal tað tryggja foreldrum felags foreldramyndugleika at barninum, um tey hava búð saman í 10 mánaðir.

Lógaruppskotið er tó orðað, áðrenn lógin um sammøður varð samtykt, stutt fyri jól.

- Lógaruppskotið verður broytt, soleiðis at tað eisini fevnir um sammøður, sigur Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum.

Talan er um tekniskar broytingar, og tí verður lógaruppskotið ikki sent útaftur til hoyringar, men borið í løgtingið fyrsta dagin, soleiðis at tað kann avgreiðast, áðrenn tingið fer í summarfrí, sigur Sólvit Nolsø.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946