Hann var tøkur bæði dag og nátt

Hann var tøkur bæði dag og nátt
Í síðstu viku bórust deyðsboðini um trúgva hallarvørðin í Havn, Dánjal Samuelsen. Ítróttarfeløgini í høvuðsstaðnum hava nógv at takka honum fyri, siga for- og nevndarkvinnur
07.02.2022 - 18:58

Brádliga í síðstu viku komu deyðsboðini um trúgva hallarvørðin í Havn, Dánjal Samuelsen. 

Dánjal byrjaði sum húsavørður fyrst í øldini, og hann varð seinni leiðari á Ítróttarannleggum og umsat allar hallir og vøllir í kommununi. 

 - Øll ítróttarfólk kendu Dánjal. Flestu onnur kendu hann eisini, tí Høllin á Hálsi er ein mentanardepil, og altíð sást hann til ymsiku tiltøkini í høllini.

 - Hann var í øllum ein álitismaður, trúfastur og vitugur, ein góður starvsfelagi og ein góður vinmaður. Onki merkti hann meira enn ídni og arbeiðssemi, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Tórshavnar Kommunu.

Hetta gongur aftur í orðunum hjá teimum trimum Annu Dam, Maibritt Johannessen og Sylviu Berg Johansen, sum umboða H71, Kyndil og Neistan.

Ítróttarfeløgini í høvuðsstaðnum hava nógv at takka Dánjali fyri, søgdu tær til ervið leygardagin í Høllini á Hálsi, har bæði familja og 'ítróttarfamiljan' var komin saman.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946