- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar kunnu ikki siga leigusáttmála um Sornfelli upp
6261 krónur.
Tað er tað, sum 72.000 fermetrar á Sornfelli og Mjørkadali kosta danska statinum um árið í leigusáttmála.
Sáttmálin, sum er tinglýstur og undirskivaður miðskeiðis í 60'unum, er serstakur á tann hátt, at danska verjumálaráðið kann siga hann upp við hálvt árs freist, men eingin í Føroyum kann siga sáttmálan upp.
Brot úr leigusáttmálanum, sum var gjørdur um Sornfelli og Mjørkadal.
Málið um eftirlitsradarin, sum ætlanin er at seta upp á Sornfelli, er í løtuni til viðgerðar í Uttanlandsnevndini í løgtinginum.
Men hon gongur í fleiri bólkum, og nógv bendir á, at fleiri tilmæli koma frá nevndini til landsstýrismannin í uttanríkismálum.
Jenis av Rana hevur givið Uttanlandsnevndini næstu viku aftrat at koma við einum svari.
Sí innslag í Degi og Viku og samrøðu við Jógvan Páll Lassen, advokat, sum var gestur í sjónvarpsstovuni.