Eftirmeting uttan fakfeløg

Eftirmeting uttan fakfeløg
Grundleggjandi partur av eftirmeting má væl saktans vera, hvussu starvsfólk arbeiða og trívast innan eldraøkið, sigur forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sum ikki varð spurd.
11.01.2022 - 17:31

Kommunufelagið, Almannamálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Umhvørvis- & Vinnumálaráðið stóðu fyri eftirmetingini. Av tí at endamálið við eftirmetingini var at kanna, um lógin virkar eftir ætlan, vórðu fakfeløgini ikki tikin við uppá ráð. 

Við umleið 770 limum í starvi innan eldraøkið umboðar Mary Antonsdóttir umleið helvtina av starvsfólkunum í eldraøkinum.

Hon harmast, at fakfeløgini als ikki eru tikin við upp á ráð.

Tí harvið vendir eftirmetingin blinda eygað til ein stóran trupulleika innan eldraøkið, nevniliga sundurpettaðar vaktir og lágir arbeiðsbrøkar, sum ganga út yvir løn og trivnað og styggja fólk burtur í onnur størv.

Sambært Mary Antonsdóttir arbeiða heili 96% av limunum í Heilsuhjálparafelagnum niðursetta tíð.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109