- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rætta løtan til El-bussar
Rætta løtan til El-bussar
Sambært Umhvørvisstovuni er tað júst rætta løtan hjá Tórshavnar Kommunu at velja el-bussar til bussleiðin
10.01.2022 - 18:28
Á umhvørvisstovuni vilja tey fegin hava tingini grøn. Tí eru tey ikki fegin um ambitiónirnar hjá Tórshavnar Kommunu um at halda fram við dieselbussum.
Sambært Kára Mortensen ber tað væl til at hava eina bussleið í Tórshavnar Kommunu, har el-bussar røkja leiðina.
Umhvørvisstovan hevur í dag vent sær til Tórshavnar Kommunu og biðið tey umhugsað støðuna av nýggjum.
Kári Mortensen heldur lítið um uppáhaldið um, at el-bussar eru ov dýrir. Um kommunan er kreativ og samstarvar við SEV, sum hon sjálv eigur, so ber væl til at finna eina góða loysn, heldur hann.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV