- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsgevarar rinda fyri koronafráveru
Á almenna arbeiðsmarknaðinum eru vanligu reglurnar viðvíkjandi sjúku galdandi, bæði tá fólk hava fingið staðfest korona, eru send í sóttarhald, ella hava korona-rakt børn. Tey fáa also løn, hóast tey ikki arbeiða - ella royna sum frægast at arbeiða heima í sóttarhaldinum.
Á privata arbeiðsmarknaðinum kann arbeiðsgevarin søkja Almannaverkið um sjúkradagpengar fyri korona'rakt starvsfólk. Endurgjaldið er 80% av eini arbeiðaraløn - 4858 krónur um vikuna.
Men henda møguleikan brúka arbeiðsgevarar bara í lítlan mun. Í 2020 rindaði Almannaverkið 8,4 milliónir í sjúkradagpengum vegna korona. Fyri alt árið 2021 eru higartil bókaðar 4,9 milliónir á hesi konto. Tað svarar til endurgjald fyri í meðal 20 fólk um vikuna.