Dr. Jakobsensgøta er ikki til skrivstovur

Dr. Jakobsensgøta er ikki til skrivstovur
Tí líkist tað ongum, at býráðspolitikarar ganga ímóti byggisamtyktini og kommunalu fyrisitingini og loyva eini skrivstovu inn í gøtuna, siga handilsrekandi, sum mótmæla.
14.12.2021 - 19:32

Dr. Jakobsengøta er ein handilsgøta. Tað stendur í serstøku byggisamtyktini hjá Tórshavnar Kommunu fyri økið. 

Men líkt er til, at tað broytist. Eitt felag hevur keypt Skálabúðina, og ætlanin er, at Familjufyrisitingin skal flyta inn á niðastu hædd. Og tað dámar grannunum onki. 

-Dr. Jakobsensgøta í Havn skal varðveitast sum handilsgøta. Tí líkist tað ongum, at býráðspolitikarar ganga ímóti byggisamtyktini og kommunalu fyrisitingini og loyva eini skrivstovu inn í gøtuna. Tað siga handilsrekandi, sum mótmæla harðliga.

Hóast tekniski stjórin og leiðarin á byggi- og umhvørvisdeildini í Tórshavnar Kommunu mæltu frá tí, samtykti ein meiriluti í byggi- & býarskipanarnevndini (Tróndur Sigurðsson, Annfinn Brekkstein, Kári Johansen) 4. oktober, at geva fyribils loyvi í 3 ár.

Eftir grannahoyring varð greitt, at vinnurekandi í gøtuni eru harðliga ímóti. 

6. desember skrivar Heðin Mortensen soleiðis í telduposti til Trónd Sigurðsson, formann í byggi- og býarskipanarnevndini: 

"Hetta má als ikki henda, at vit ganga burtur frá okkara egnu samtyktum, um at veghæddin skal brúkast til nakað útatvent virksemi. Familju umsitingin hjá landinum er eitt sera lukka land við svørtum gardinum."

Nú er málið tikið upp aftur, og skuldi í dag aftur viðgerast í byggi- og býarskipanarnevndini. Men vegna forfall er fundurin útsettur til í morgin. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Mánadag 3. februar
Morgunlestur mánadagur 3.februar 2025
186652
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109