- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pál Weihe: Bíða ov leingi
78 smittutilburðir av koronu vórðu funnir í teimum 3624 kanningunum, sum vóru gjørdar í gjár. Hetta gevur eitt miðaltal fyri hesa vikuna á 66 tilburðir. Koma vit uppum 75 tilburðir, eru vit í reyða økinum av ljóskurvuni hjá landsstýrinum.
Í løtuni eru vitenn á stig 2 í ferðsluljósskipanini - á gula ferðsluljósinum og flyta okkum sum nú er ikki til tað reyða. Í staðin verður stig 2 fyribils víðkað.
Hetta merkir, at tilmælini nú eru, at
- Í mesta lagi 100 fólk við koronupassi kunnu savnast
- Í mesta lagi 20 fólk uttan koronupass kunnu savnast
- Fólkaskúlin og frítíðarskúlin fara heim 15. desember
- Neyðansing skipað og trivnaðarátøk fyrireikað
- Skeinkistøð og matstovur eru mæld til at lata aftur kl. 23
- Jólaborðhaldini eiga at avmarkast og í mesta lagi 20 fólk kunnu savnst
- Øll ferðandi skulu í heimauppihald inn til svar uppá 2. dags koronukanning.
- Løgmaður heitir eisini á fólk um at vísa varsemi, tá farið verður til handils.
Hesi tilmæli eru fyribils galdandi frá í dag og tvær vikur fram.
Men Pál Weihe, koronuráðgevi heldur, at skúlar, barnagarðar og vøggustovur áttu at farið í jólafrí beinan vegin.