Bankar eru noyddir at tiga

bannari
Bankar eru noyddir at tiga
Bankar hava sum útgangsstøði ikki loyvi at svara ákærum um hvítvask, sigur advokatur
03.12.2021 - 19:30

Tað er lógarbrot og revsivert, um Bank Nordik svarar spurningum um Kongoránið.

Tað hevur bankin sagt í fleiri førum.

Tað er at bróta tagnarskylduna, um bankaleiðslan viðmerkir tíðindini um Kongoránið.

Bankin skrivaði á heimasíðuni, at hvítvasklógin merkir, at bankin hevur skyldu til at tiga - í óavmarkaða tíð. 

Teir bankar, sum skjølini í Congo Hold Up fevna um, hava heldur ikki úttalað seg um málið.

Uttan hollendski Rabobank, sum hevur sagt seg seta ein innanhýsis kanning í verk.

Í Danmark skipaði Danske Bank annars fyri tíðindafundi í samband við hvítvaskingargøluna í Estlandi, tá bakmanspolitið hevði skuldsett bankan.

Men hvat merkir tagnarskylda í grundini í hesum føri, og nær ber til at siga hvat?

Tað tosaðu vit við advokatin Kristinu Samuelsen um fyrr í dag - vit spurdu fyrst, hvat tað merkir, tá Bank Nordik sigur, at tað er revsivert og lógarbrot at úttala seg um ítøkiligar kundar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050