SEV rindar rokningina

SEV rindar rokningina
Sendir ikki rokningina fyri fyri eyka kostnaðin út til brúkaran
26.11.2021 - 17:17

SEV fer at rinda rokningina fyri eykakostnaðin, sum sambært SEV stendst av vindmyllulundini á Gellingarkletti.

Á eykaaðalfundi hjá SEV í dag, var avgjørt, at el-prísurin komandi ár verður tann sami sum í ár.

SEV vil vera við, at vindmyllulundin á Gellingarkletti fer at hava ein meirkostnað á 60 milliónir fram til 2025 við sær, tí SEV skal taka ímóti allari orkuni, men megnar bert at taka ímóti 18 prosentum av henni.

Hóast el-prísurin ikki verður hækkaður komandi ár, er møguligt, at hann hækkar í 2023. Tá fer SEV, um øll loyvi fáast til vega, undir at gera stóru pumpuskipanina í Vestmanna. 

Aðalfundurin í dag gav eisini SEV heimild til at læna 800 mió kr aftrat til at fíggja útbyggingarnar komandi árini, so at samlaðað lániloftið hjá SEV verður 2,2 milliardir krónur.

Av hesum metir SEV, at kostnaðurin fyri pumpuskipanina fer at kosta 1,2 milliardir krónur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Eydna í Homrum
187257
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109