- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórhøll fyri 218 milliónir
Stórhøll fyri 218 milliónir
Fyrr í dag var endaliga verkætlanin um stórhøllina, sum skal byggjast við Stórutjørn í Hoyvík, løgd fram
29.10.2021 - 19:33
Føroya Arena fer at kosta gott og væl 218 milliónir krónur, og skal hýsa stórum ítróttatiltøkum, konsertum, ráðstevnum og mentanartiltøkum. Verkætlanin er klár - men nú skal peningurin finnast. Føroya Arena verður skipað í sjálvsognarstovn, sum hevur til endamáls at byggja, umsita og fyrisita stórhøllina, tá hon er liðug og tikin í nýtslu. Í viðtøkunum stendur millum annað at stovnurin verður stýrdur av eini nevnd, sum hevur 5 limir, har Tórshavnar kommuna velur 2, Vinnuhúsið velur 1, ÍSF velur 1, og Visit Faroe Islands P/f, velur 1 lim.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV