- Tíðindi, mentan og ítróttur
VIDEO: Blika, Ódn og lítla Glæma vitjaðu Norðurlandahúsið
VIDEO: Blika, Ódn og lítla Glæma vitjaðu Norðurlandahúsið
Føroyska rossið er millum heimsins elstu rossasløg, og landsins myndugleikar mugu gera meira fyri at varðveita føroysa rossið, ið er hótt. Tað heldur Felagið Føroysk Ross
24.10.2021 - 21:42
Tríggjar føroyskar ryssur vóru høvuðsleikarar og sluppu á reyðu langmottuna uttanfyri Norðurlandahúsið í dag, tá bókin "Føroyska rossið", ið Beinta Johannesen hevur skrivað, varð løgd fram.
Blika, Ódn og lítla fylið Glæma vitjaðu mentunarháborg landsins, fyri at varpa ljós á ta sannroynd, at føroyska rossið er hótt, og at okkurt má gerast nú, fyri at varðveita hetta serliga rossaslagið.
Sambært hagtølunum, so eru færri enn 100 føroysk ross til heiminum, og tað ger føroyska rossið er eitt tað mest hótta dýraslagið, sum er til.
Jóna Ólavsdóttir, forkvinna í Felagnum Føroysk Ross, var við Bliku, Ódn og Glæmu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV