- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar siga nei til suðuroyartunnil
Føroyingar siga nei til suðuroyartunnil
Bert suðuroyingar sjálvir ynskja tunnilin gjørdan
22.10.2021 - 19:59
Meirilutin sigur NEI, suðuroyingar siga JA og norðoyingar siga kortanei til ein komandi suðuroyartunnil. Tað vísir ein spyr.fo kanning, sum Kringvarpið hevur gjørt.Landsverk legði í gjár fram kanningina, sum vísir at ein suðuroyartunnil kostar 5,4 milliardir krónur.
Fleiri løgtingslimir halda, at undirsjóvartunnilin skal gerast. Bill Justinussen, Bjarni Hammer, Kristin Mikkelsen, Ruth Vang og Jørgen Niclasen halda øll, at tunnilin skal gerast, hóast tey enn ikki eru samd um, hvussu hann skal fíggjast.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV