- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kravið um masku slept
Kravið um masku slept
Vága Floghavn tekur kravið um masku burtur áðrenn Atlantsflog ger tað sama 1. november
22.10.2021 - 19:35
Tað er ikki longur neyðugt at ganga við masku á flogvøllinum - Vága Floghavn slepti í gjár kravinum um at fólk skulu vera í masku. Kravið hjá Atlantsflogi er tó enn galdandi - ferðafólk skulu vera í masku umborð á flogførum hjá Atlantsflogi til 1. november.
Vága Floghavn hevur boðað frá, at starvsfólk sum eru koppsett fyri koronu, sjálvi gera av, um tey eru í masku ella ikki - ímeðan tey starvsfólk, sum ikki eru koppsett, skulu vera í masku, tá tey eru í samband við viðskiftafólk.
- hesi starvsfólk kunnu kortini arbeiða uttan masku, um tey hava váttan um negativa koronukanning, sum ikki er eldri enn 72 tímar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV