- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rok í stýrinum fyri Bústaðir
Tað vóru rokmiklir dagar á skrivstovuni hjá Bústøðum Yviri við Strond í Havn í seinnu helvt av september. Gjøgnum tvær vikur var Stýrið saman heilar tríggjar ferðir. Við á fundunum vóru eisini stjóri og leiðsla á Bústøðum.
Kringvarpið veit, at á fundinum varð tosað við stórum bókstavum um "álit" og "illoyalitet" millum stýrisformann og stjóra. Eisini fóru fram beinleiðis hóttanir – frá stýrisformanni móti stjóranum – um starvsrættarligar fylgjur, gjørdi stjórin ikki eftir boðum frá stýrisformanninum.
Í tíðindaskrivi, sum stýrisformaðurin Regin Hammer sendi út seinnapartin, vísir hann á, at í løtuni sær støðan út til at vera, at Bústaðir stevna beint ímóti nýggjum gjaldføristrupulleikum.
- Í roknskapinum er ilt at fáa eyka á pengar til viðlíkahald, umbyggingar og nýbyggingar í framtíðini. Henda gongdin má steðga, skrivar hann.
SÍ SAMRØÐUNA VIÐ REGIN HAMMER Í SJÓNVARPSTÍÐINDUNUM.