- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gullrómur og sjampanja við Djúpumýru
- Vit hava ongan dyst tapt síðan 2019, og tað ber illa til at seta orð á kensluna.
Tað sigur liðskiparin hjá KÍ, Sanna Svarvadal, eftir síðsta landskappingardystin leygardagin, sum endaði við stórsigri til heimaliðið á AB/B71.
Kappingin hevur verið lutfalsliga jøvn í ár, men í seinnu hálvu hava kvinnurnar úr KÍ verið tær drúgvastu.
- Vit hava havt skaðar at dragast við í hópinum, men tað darvar okkum ikki, tí vit hava nógvar spælarar at seta inn, sigur liðskiparin.
- Tað er tekin um okkara vinnaravilja, at sjálvt dystir, har vit ikki hava dominera, hava koppað okkara veg.
Hetta er triðja føroyameistaraheitið upp í slag hjá kvinnunum í KÍ.
KÍ-AB/B71, 6-0 (við Djúpumýru)
1-0 Maria Biskopstø, 9 min.
2-0 Hervør Olsen, 12 min.
3-0 Ragna Patawary, 31 min.
4-0 Eyðvør Klakstein, 52 min.
5-0 Hervør Olsen, 65 min.
6-0 Hervør Olsen, 67 min.