- Tíðindi, mentan og ítróttur
Posta vil einki siga um dómin
Á Posta er tøgn um dómin, har Føroya Rættur greitt sigur, at almenna partafelagið hevði ikki grundarlag at burturvísa einum postmanni úr starvinum. Posta varð tí dømt at rinda honum uppsagnarløn, seks mánaðarlønir við eftirløn og frítíðarløn, umframt sakarmálskostnað.
Fríggjakvøldið sendi Posta út tíðindaskriv, har Joel Undir Leitinum, stjóri í Posta, er endurgivin fyri at siga, at almnna partafelagið tekur dómin til eftirtektar.
Hann hevur ikki fleiri viðmerkingar, hvørki tá ella ídag.
Jóan Magnus Rasmussen, nevndarformaður í Posta, sigur við Dag & Viku, at nevndin ger ikki meira við málið.
-Tá leiðslan hevur boðað alment frá, at Posta ikki kærir dómin, so ger nevndin heldur ikki meira við málið, sigur Jóan Magnus Rasmussen, sum heldur ikki hevur aðrar viðmerkingar til málið.
Fyrrapartin kunnaði leiðslan á Posta starvsfólkini um dómin. Á fundinum var spurnartekin millum annað sett við, hvussu leiðslan á Posta brúkar GPS-skipanina, sum er í øllum bilunum hjá fyritøkuni.
Kringvarpið hevur tosað við álitisfólk á Posta, men tey ynskja heldur ikki at úttala seg um málið.
Starvsfelagið, sum fór í rættin við burturvísingini av Sunleifi Álaberg, umrøður í løtuni, umrøður í løtuni, um felagið skal fara víðari við tí partinum av málinum, sum snýr seg um at leiðslan á Posta í loyndum hevur tikið myndir av postmanninum í eini roynd at prógva, at hann skrivaði sær ov nógva yvirtíð.