- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stýrisformaður: Vit mugu vera meira professionell
Formaðurin í Javnaðarflokkinum mælir landsstýriskvinnuni í almannamálum frá at góðkenna nýggju starvsskipanina fyri Bústaðir.
-Eg eri bangin fyri, at ósemjan í Bústøðum skuttar yvir virksemið hjá stovninum, sigur Aksel V. Johannesen.
Helgi Abrahamsen, tingbólkaformaður hjá Sambandsflokkinum, vil eisini hava eina frágreiðing.
Í nýggju starvsskipanini, samtykt á stýrisfundi í Bústøðum 29. september, stendur millum annað at "stjóri úttalar seg vegna felagið eftir avtalu við stýrisformannin. Kunning úr felagum er eftir avtalu við stýrisformannin." Eisini stendur í starvsskipanini, at stýrið skal taka avgerðina, har talan er um virði omanfyri 500.000 krónur.
Regin Hammer, stýrisformaður, sigur at nýggja starvsskipanin er ein roynd at gera Bústaðir til eitt meira professionelt felag.
-Vit eru ikki ein lítil kiosk, við nýggju heimildunum koma vit at umsita fyri eina milliard. Og tá vit skulu arbeiða saman við partafeløgum, er eisini neyðugt at vit virka sum eitt slíkt, sigur Regin Hammer.
Kringvarpið veit, at bara tríggir av fimm stýrislimum atkvøddu fyri nýggju starvsskipanini, meðan tveir stýrislimir atkvøddu ímóti.
Regin Hammer, stýrisformaður, vil ikki gera viðmerkingar til, hví hann vil hava eina starvsskipan, sum stýrið ikki er samt um.
Spurdur, hvat hann ætlar at gera fyri at sannføra politikarar og onnur um, at Bústaðir eru í góðum hondum, svarar stýrisformaðurin:
-Úrslitini mugu tosa sítt greiða mál, sigur Regin Hammer.