- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nakrir fara at hava marruna í nátt
Hallur Hansson var betur nøgdur við føroyska innsatsin í 1-0 tapinum fyri Skotlandi í kvøld, enn hann var eftir tapið fyri Eysturríki leygarkvøldið.
- Eg klári ikki annað enn at vera stoltur av boysunum, segði føroyski liðskiparin eftir dystin.
Føroyar spældu ein góðan fyrra hálvleik, men eins og ímóti Eysturríki, fóru fleiri kjansir til spillis
- Vit hava nakrar heilt stórar kjansir, sum eg trúgvi, at nakrir fara at hava marruna um í nátt og tær næstu næturnar, og eg má siga, at tá mann ikki skorar upp á tílíkar kjansir, verður tað ræðuliga ringt at vinna fótbóltsdystir, segði Hallur Hansson.
Taå var skotski framherjin, Lyndon Dykes, sum avgjørdi dystin í síðstu minuttunum eftir innlegg úr høgru síðu. Ivast var í, um hann brúkti hondina, men eftir at VAR hevði hugt at støðuna, varð málið viðurkent.
- Nú havi eg ikki sæð tað umaftur, men tað hevur bara at vera ikki hond, tí rakar bólturin hondina, så er den helt gal, segði liðskiparin.
- Venjarin er helst stoltur av avrikinum, men tað er altíð eitt 'men', og tað er pissitroyttandi at hoyra upp á, legði hann afturat.