- Tíðindi, mentan og ítróttur
Javni fingið stórfingna gávu frá skotum
Í dag fekk Javni góðar 26.000 krónur frá Sunshine Appeal, sum er partur av skotska fjepparafelagnum, Tartan Army.
Kekkurin var latin forkvinnuni í Javna, Fíu Petersen, afturvið eyðkendum sekkjapíputónum, og fitt av fólki var í Grasagerði til samkomuna.
- Vit hava vita tað í eina tíð, at vit fóru at fáa hesa gávuna, men vit vóru ovfarin, at tey kontaktaðu okkum, sigur Fía Petersen.
Tartan Army Sunshine Appeal letur gávu til eitthvørt vælgerandi endamál, hvørja ferð skotar spæla á útivølli, og tað hevur fjepparabólkurin gjørt seinastu 18 árini.
- Hvørja ferð vit ferðast at hyggja at Skotlandi, savna vit pening og lata til vælgerandi endamál. Vit vilja bara vísa fólki, at fótbóltsáskoðarar ikki eru so ringir, sum teir bera orð fyri at vera, sigur formaðurin í Sunshine Appeal, Neil Forbes.
Í samband við gávuna fr skotum, skipaði føroyska fjepparafelagið, Skansin, eisini fyri innsavnan. Seinnapartin fekk Javni 50.000 krónur frá Skansanum.
Peningurin skal nýtast til at betra um viðurskiftið fyri børn við menningartarni á spæliplássinum í Grasagarði. Tað verður gjørt í samstarvi við Tórshavnar Kommunu.