Áralong bíðitíð til útgreinan

Áralong bíðitíð til útgreinan
Tað tekur umleið hálvt annað ár at sleppa á psykiatriska depilin til greiningar fyri millum annað ADHD. Skal tíðin styttast, eru krøvini næstan ómenniskjalig.
12.10.2021 - 19:46

Foreldrini hjá fimm ára gamla Hans Andriasi vita ikki, hvat honum bagir. Hevur hann ADHD, asperger, autismu - tey vita tað ikki. Og útlitini fyri at fáa eina útgreining og diagnosu eru ikki góð. Bíðitíðin til útgreinan er í løtuni 16-17 mánaðir.

 

 

Fekk Hans Andrias eina útgreining og diagnosu, so letur ein heimur við tilboðum seg upp við heimaráðgeving, umlætting, stuðul til sálarfrøðing, heilivág, serligt skúlatilboð og mangt annað. Inntil tá eru tey latin upp til at gera sum frægast.

Í innslagnum tosa vit við pápan, Niels Kristian Lisberg, og forkvinnuna í ADHD-felagnum, Bjørg Dam.

Súsanna Reinert Petersen, serlækni í barna- og ungdómspsykiatri, vitjaði í sjónvarpsstovuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109