- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tummas og Niels skulu finna 109 milliónir til stórhøll
Tummas og Niels skulu finna 109 milliónir til stórhøll
Heðin Mortensen biður vinnulívsmenninar Niels Mortensen og Tummas Justinussen finna pengar til Føroya Arena. Við sær hava teir kommunala tilsøgn um hina helvtina av prísinum
11.10.2021 - 19:51
Niels Mortensen er høvuðseigari og stjóri í SMS-samtakinum, og hann er nevndarformaður í Atlantsflog. Tummas Justinussen er høvuðseigari í Smyril Line, Hotel Hafnia, Hotel Brandan og Skansi Offshore.
Tórshavnar kommuna hevur longu givið tilsøgn um helvtina av kostnaðinum fyri høllina. Og vinnulívsmenninir hava nú 17 dagar at finna 109 milliónir afturat.
Hvørki Niels Mortensen ella Tummas Justinussen vilja gera viðmerkingar fyrr enn verkætlanin verður løgd fram á tíðindafundi, eftir ætlan 28. oktober.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, vitjaði sjónvarpsstovuna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV