- Tíðindi, mentan og ítróttur
Deildarleiðari bleiv konsulentur
Landsgrannskoðanin staðfestir í sínum eftirlitisarbeiði, at felag hjá fyrrverandi starvsfólki hevur fingið eina stóra uppgávu, sum ikki er bjóðað út. Talan er um smápartafelagið Fjalar.
Í februar var Jón Sólsker leiðari á Byggideildini hjá Landsverki. Byggideildin hevur ein lyklaleiklut í uppgávuni hjá Landsverki sum byggiharri. Ein høvuðsuppgáva er at syrgja fyri, at nýggi H-bygningurin verður liðugur. 1. mars gerst Jón Sólsker partur av smápartafelagnum Fjalar, sum er eitt ráðgevingarfelag. Hann gevst samstundis í starvinum á Landsverki.
Við uppsøgnini hjá leiðaranum á byggideildini hvørvur eisini serkunnleikin hjá Landsverki - sum byggiharri til H-bygningin.
Tí velir stjórin á Landsverki at gera avtalu við sp/f Fjalar. Sáttmálin er galdandi í eitt ár, frá 1. mars 2021. Sáttmálin er verdur 1.140.000 krónur. Uppgávan verður ikki bjóðað út.
Og her kemur Jón Sólsker innaftur í myndina. Hann verður nú konsulentur til at kalla somu uppgávu sum frammanundan.
-Hetta var besta loysnin, júst í hesum føri, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki.