- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elisabet Vang: vil røkka Olympiatindunum
Herfyri rakk Elisabet Vang eitt av sínum stóru málum.
Eftir fleiri ár í amatørkappingum vann 23 ára gamla havnagentan sær pláss millum tey stóru. Hon er nú pro bikini fitness íðkari undir IFBB, International Federation of Bodybuilding and Fitness.
- Tað hevur tikið mær trý ár at røkka hesum, og við tí í huga, at eg vónandi einaferð kann liva av hesum, er hetta ordiliga stórt fyri meg, sigur Elisabet Vang.
Tey flestu kenna Arnold Schwarzenegger, og onkur kennir kanska aðrar av risastóru muskulmonnunum, sum kappast í bodybuilding, sum er kendasta greinin undir IFBB.
Men aðrar greinir eru t.d. physique, fitness og júst bikini fitness.
- Bikini er, har tey flestu byrja, tí vøddavavið er minni og feittprosentið eitt sindur størri. Tey leita eftir eini atletiskari útsjónd, sigur Elisabet Vang, sum í løtuni venur mest bein og akslar.
Tí hon er als ikki komin á mál enn. Í pro-flokkinum er Mr. Olympia-kappingin hin størsta, og Elisabet hevur ætlanir um einaferð at standa á størsta pallinum.
- Tað er ongin loyna, at tað er higar, eg ætli mær, sigur hon avgjørd, men ásannar, at langt er eftir á mál.
- Nú skal eg bara standa meg væl í pro-liguni, tí nú ari eg frá at vera tann besti amatørurin til kanska at flóta eitt sindur lægri, greiðir Elisabet Vang frá.
Hon er bert 23 ár, og hevur góða tíð.
- Eg kann ímynda mær eini 10, 15 ár, og síðan helst arbeiða við fitness eftir tað, so eg havi restina av lívinum, sigur hon og flennir.