- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hóttanir eftir springaradráp
Hóttanir eftir springaradráp
Havstovan hevur meldað eina hóttan til løgregluna. Hóttanin hevur samband við springaradrápið 12. september.
27.09.2021 - 15:39
Telduposturin varð sendur frá einari gmail-adressu, og hann kann av somu orsøk koma hvar sum helst frá.
Hann er helst úr Týsklandi ella Eysturríki, hóast hann er á donskum.
Tað er sjálvandi springaradrápið 12. september, tá 1.423 springara løgdu beinini í Skálafirði, sum er beinleiðis orsøkin til hóttanina.
Michael Boolsen, fúti, dugir ikki at siga í dag, um tað fer at eydnast teimum at finna tann, sum hevur sent Havstovuni hóttanina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV