- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pól Hendrikur gull í fyrstu royndini
Tað var vorðið sum elddópur, tá føroyskir lyftarar vóru við í DM í olympiskari vektlyfting fyri fyrstu ferð.
Pól Hendrikur Andreasen gjørdi ikki mætari enn at vinna gull í sínum vektflokki undir 73 kilo.
- Tað var ein fantastisk uppliving, sigur føroyski vektlyftarin.
- Tað er ikki ordiliga tað, tú væntar, tá tú fert til DM fyri fyrstu ferð; at tú kemur heim við gullinum.
Pól Hendrikur Andreasen lyfti 90 kilo í trekk og 115 kilo í vend og stoyt.
- Tað eri eg øgiliga væl nøgdur við. Nú havi eg kappast nakrar ferðir - eg haldi, at hetta er tólvta kapping hjá mær - har eg havi lyft meir hvørjaferð samanlagt, og tað eydnaðist eisini hesa ferð, sigur føroyski gullvinnarin.
Seks føroyskir lyftarar tóku lut í kappingini.
Niels Áki Mørk vann silvur í bólkinum niðanfyri 67 kg, og Anna Kristina Niclasen vann bronsu í samlaðu kappingini fyri kvinnur niðanfyri 64 kg.