- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kappaðust um at verða føroya besti FIFA-spælari
Um vikuskiftið var FIFA eCup, har 28 kappaðust um óalmenna føroyameistaraheitið í FIFA.
Telduspælið, sum sá dagsins ljós í 1994, er vælumtøkt, og úti í heimi eru stórar kappingar, sum verða vístar beinleiðis í alskyns sjónvarpsrásum.
- Vit ætla at bróta ísin í Føroyum og finna útav, hvør besti FIFA-spælarin í Føroyum er, sigur Ragnar Mørkøre, sum er ein av høvuðsfyriskiparunum.
Hetta er kortini ikki høvuðsendamálið við kappingini, siga fyrireikararnir. Peningurin, sum kemur inn, verður latin Krabbameinsfelagnum.
- Vit hava allir havt Krabbameinsfelagið tætt við okkara hjarta, og eg havi sjálvur havt kreft, so hetta er nakað, sum vit eru glaðir fyri at gera, sigur Ragnar Mørkøre.
Ein av teimum, sum hevur spælt vælumtøkta fótbóltstelduspælið ígjøgnum uppvøksturin, er landsliðsmiðverjin hjá KÍ, Odmar Færø. Hann var við í kappingini.
- Eg og beiggi mín plaga at sita og spæla heima ella online, og FIFA er eitt spæl, sum vit kenna nokkso væl, sigur hann.
Á føroyska landsliðnum er ikki óvanligt, at ein playstation er við í kuffertinum, og so er skjótt at savna nakrar eldhugaðar spælarar.
- Tá kann mann hoyra menn brøla ígjøgnum gongirnar, tí nógv er upp á spæl, sigur Odmar Færø.
Landsliðsspælarin vann seg í áttandapartsfinaluna, men har varð hann steðgaður. 16 ára gamli Aron Jacobsen vann finaluna á Benjamini Tvørfoss.