- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar-Moldova: skulu aftur í álop
Ímóti Danmark snúði tað seg um at verja, men nú skal føroyska liðið aftur í álop.
- Roknast kann við, at vit hava bóltin meira, enn vit gjørdu ímóti Danmark, sigur Eli Hentze, hjálparvenjari.
Moldova er mótstøðuliðið á Tórsvølli í kvøld í síðsta landsdystinum í hesum umfarinum. Í mars eydnaðist Føroyum at fáa eitt stig við sær úr Moldova, og á heimavølli skal tað helst verða fult hús.
- Vónandi koma vit at spæla eitt sindur meir, sigur miðverjin, Odmar Færø, sum hevur spælt allar 90 minuttirnar ímóti bæði Ísrael og Danmark.
- Á pappírinum er hetta ein dystur, sum líkist meir dystunum, sum vit spældu í Nations League. Eitt lið sum er á støði við Lettland og Malta, og teimum liðunum, sum vit møttu tá, sigur Eli Hentze.
- Um vit skulu fáa trý stig í nøkrum dysti, so skal tað verða í hesum, og tað eru vit ikki bangnir fyri at siga, sigur Odmar Færø.