- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hávard Vatnhamar: - alt fyri Føroyar
Í morgin verða Paralympisku leikirnir settir í japanska stórbýnum, Tokio.
Til setanina verður eitt føroyskt ítróttarfólk og eitt føroyskt flagg. Og júst tað - at umboða Føroyar og Merkið - hevur nógv at siga fyri Hávard Vatnhamar, sum skal renna maraton á leikunum.
- Eg fari avstað við einum heiðursmerki, eg fari avstað við Merkinum. Eg skal renna við einum heiðursmerki, eg skal renna undir Merkinum, og eg komi aftur og havi umboðað Merkið, sigur Hávard Vatnhamar.
Alt hevur ikki gingið eftir vild í royndini hjá Hávardi Vatnhamar at taka lut í leikunum fyri Føroyar. Ætlanin var at kappast í triathlon, men hetta bar ikki til - ikki uttan at skifta føroyska búnan út við hin danska - og tað kom ikki upp á tal hjá Hávardi, so hann gjørdi ikki mætari enn at skifta ítróttargrein til maraton.
- Tað hevur størri týdning fyri meg at luttaka fyri Føroyar enn at vinna heiðursmerki fyri Danmark. Eg eri føroyingur, og eg havi fingið allan tann stuðul, sum eg havi havt tørv á úr Føroyum, sigur Hávard Vatnhamar.
Maratonkappingin verður skotin ígongd 4. september klokkan 22.50 føroyska tíð.